Heimasíður
Faroe Media veitir og forritar heimasíðuloysnir bygdar á CMS (Content Management System) skipanina Joomla!.
Møguleiki er tó eisini at fáa eina heimasíðu forritaða uttan eina CMS skipan.
Um tú ella virkið títt onga heimasíðu hevur, ella ynski er um at fáa eina nýggja so kunna vit hjálpa tær.
Frá stovnan av økisnavni ella broyting av navna ambætara, hýsing av síðuni, sniðgeving av heimasíðuni, nýtt búmerki ella nýggjan samleika, allan vegin kunna vit vegleiða teg og veita eina loysn.
Livandi lýsingar
Mest brúkti lýsingarháttur í dag er umvegis alnótina og bjóða vit framleiðslu innan flash lýsingar.
Sniðgeving
Vit hava eitt toymi av grafikarum, sum altíð eru tilreiðar at hjálpa á grafisku leiðini. Verði tað seg heimasíður, búmerki, blaðlýsingar, skjøl, myndaviðgerð, visitkort, bildeko ella reklamulutir annars.
Forritan
Um tørvur er á serstakari forritan, skipanum ella annað er hettar eisini møguligt.
Fyri vegleiðandi prís, tilboð ella spurningar kunnu eini boð sendast her.
Android og iOS forritan
Faroe Media hevur starvsfólk við førleika innan framleiðslu av forritum til fartelefonir. Hevur tú tørv á eini loysn til fartelefonmarknaðin, veita vit loysnina til tín.
Undirvísing
Er tørvur á undirvísing innan Joomla!, grundskeið í teldu, Word, Excel, PowerPoint ella annað? Vit kunna koma út til tykkara ella tit koma inn til okkara.
Send eini boð ella ring fyri nærri kunning.



