Bíblian til iOS dagførd



20. august 2011 kom Bíblian til fartelefonir á marknaðin.

Talan er um Bíbliuna í týðing Victor Danielsens frá 1949, endurskoðað í 1974, ið Hin Føroyski Bíbliugrunnurin lat út, sum forrit til framkomnar fartelefonir og Faroe Media stóð fyri menning og framleiðslu av forritinum.

iOS útgávurnar, ið eru ávikavist til iPhone, iPod og iPad er nú dagførdar fylgjandi:

iPhone og iPod
-Møguleikin at deila vers umvegis Facebook er tikin burtur ísamband við at Facebook ikki styðjar hesum longur
-Møguleiki at kunna skifta kapittul frá bókamerkið er nú ásett
-Bíblian styðjar nú eindum niður til iOS útgávu 4.2

iPad
-Møguleikin at deila vers umvegis Facebook er tikin burtur ísamband við at Facebook ikki styðjar hesum longur
-Feilur við avritan av versið er rættaður
-Feilur við bókamerkið av versið er rættaður

Bíblian til fartelefonir er ókeypis og tøk á bæði Android Market og á App Store til iPhone, iPod, umframt at ein serstøk útgáva er gjørd til iPad.

Forritið kann heintast her:
Bíblian til iPhone og iPod
Bíblian til iPad
Bíblian til Android

Hevur tú trupuleikar, fyrispurningar ella annað ert tú vælkomin at senda eini boð á This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it .