
Hósdagin 2. apríl var skipa fyri einum almennum borgarafundi fyri allar borgarar í Eysturoy.
Fundurin var skipaður, sum ein pallborðsfundur har løgmaður og landsstýrisfólkini høvdu eitt upplegg og síðan hevði fundarluttakarin høvi at seta spurningar.
Fundarluttakarnir vóru:
- Kaj Leo Johannesen, løgmaður
- Kári P. Højgaard, innlendismálaráðharri
- Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri
- Annika Olsen, almannaráðharri
- Jørgen Niclasen, fíggjamálaráðharri
Avbjóðingin var at umsita alt tað tekniska til fundin umframt at fáa varpa fundin beinleiðis á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.
Stigtakarar til fundin við Eysturkommunu á odda vóru Runavíkar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Nes kommuna og Sjóvar kommuna.
Fundurin er tøkur her: faroemedia.com/eystur



