Vit vilja ynskja øllum kundum okkara eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár, við tøkk fyri gott samstarv í farna árið. Somuleiðis gleðast vit um at fara í eitt nýtt ár við enn fleiri avbjóðingum og vørum.
Millum jól og nýggjár verður tó avmarka virksemi og verða einans bráfeingis uppgávur loystar.
Í morgin 5. január kemur nýggja útsølublaðið hjá IDEmøblum út. Í samband við hesa útgávu fekk IDEmøblar framleitt eina livandi lýsing til Portal.fo, ið vísir til nýggja útsølublað teirra á alnótini.
Lýsingar á alnótini er alsamt vaksandi og hevur Faroe Media staði fyri framleiðslu av hópin av hesum lýsingum.
20. august 2011 kom Bíblian til fartelefonir á marknaðin.
Talan er um Bíbliuna í týðing Victor Danielsens frá 1949, endurskoðað í 1974, ið Hin Føroyski Bíbliugrunnurin lat út, sum forrit til framkomnar fartelefonir og Faroe Media stóð fyri menning og framleiðslu av forritinum.